Høvuðsætt

Ein kumpass rósa ið sýnir tær fýra høvuðsættirnar, tær fýra miðhøvuðsættirnar og átta aðrar ættir.
Ein høvuðsætt er ein av teim fýra heilættunum ið svara til tey fýra heimshornini, norður (norðan), suður (sunnan), eystur (eystan), og vestur (vestan). Ættirnar samsvara eftirfarandi gradum á kumpassini: norður 0°, eystur: 90°, suður: 180°, vestur: 270°, hinar ættirnar eru millumættir.