Kumpass
Appearance
Ein kumpass er eitt mátitól, sum við einari nál vísir móti magnetiska Norðpólinum, sum ikki er tann sami sum veruligi Norðpólurin. Skip og bátar hava nýtt kumpass til navigatión, síðan tólið varð uppfunnið.
Kumpassin vísir allar ættirnar. Á føroyskum eita ættirnar:
- Norður (Norðan)
- Landnyrðingur norðan
- Landnyrðingur
- Landnyrðingur eystan
- Eystur (Eystan)
- Landsynningur eystan
- Landsynningur
- Landsynningur sunnan
- Suður (Sunnan)
- Útsynningur sunnan
- Útsynningur
- Útsynningur vestan
- Vestur (Vestan)
- Útnyrðingur vestan
- Útnyrðingur
- Útnyrðingur norðan