Jump to content

Høgni Kunoy Dávason

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Høgni Kunoy Dávason (føddur 26. august 2004) er ein føroyskur taekwondo íðkari og venjari. Í januar 2019, gjørdist Høgni norðurlendskur meistari í taekwondo í kapping í Íslandi. Hann býr og venur í Søldarfirði.[1] Hann setti í mai 2015 á stovn Føroya fyrsta taekwondofelag, ið nevnist Hwarang Føroyar, Høgni var tá 10 ára gamal.[2] Høgni er sjálvur venjari og nógvir limir teknaðu seg beinanvegin. Tvey ár seinni vóru meira enn hundrað aktivir limir. Fleiri av limunum hava verið uttanlands til kappingar, har tey eisini hava vunnið heiðursmerki. Høgni varð føddur við sjúkuni cystisk fibrosa. Í sjónvarssending, ið Kringvarp Føroya gjørdi um hann, sást at hann ikki vildi lata sjúkuna avmarka seg, tvørturímóti bleiv sjúkan hansara drívmegi. Eisini merkti hann, at tað var gott fyri lunguni at íðka ítrótt.[3] Honum dámdi væl taekwondo og hevur íðkað henda ítrótt, síðan hann var smádrongur. Hann og foreldur hansara búðu fyrst í Danmark og síðan í Singapore og eitt stutt skifti í Suðurkorea. Meðan hann búði í Singapore, har pápi hansara arbeiddi, fekk hann svarta belti í taekwondo, venjari hansara har var Mr. Lai, í Danmark var Philip Reyes venjari hansara. Tá ið familjan flutti til Føroya, var onki taekwondofelag har, og tí valdi Høgni at stovna sítt egna taekwondofelag.


Í oktober 2017 varð Høgni kosin Ársins gerandihetja av Fólkaheilsuráðnum.[4] "Høgni hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul," segði Fólkaheilsuráðið í grundgeving síni.

Í november 2017 vann ein av næmingunum, ið Høgni er venjari hjá, Dávid á Lakjuni, silvur heiðursmerki á DM í taekwondo í bólkinum undir 59 kg. Dávid var tá 19 ára gamal, og venjari hansara, Høgni Kunoy Dávason, var 13 ára gamal. Teir báðir eru systkinabørn.[5] Í januar 2019 luttók Høgni í norðurlandameistaraheitinum í taekwondo í Reykjavík. Sum yngsti luttakari í sínum aldursbólki gjørdist hann NM-meistari í taekwondo í aldursbólkinum 15-17 ár, vektklassa minus-59 kg.

  • 2017 - Ársins gerandishetja
  1. "Ársins gerandishetja". https://www.strok.fo/hovudstidindi/rsins-gerandishetja. Heintað 20. november 2017. [deyð leinkja]
  2. Mikkelsen, Lív; Johannesen, Johnsigurd (8. august 2015). "Tíggju ára gamal drongur hevur egið taekwondo-lið". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/netvarp/sv/2015/08/07/20150807sjukanerdrivmegin. Heintað 20. november 2017. 
  3. Niclasen, Ivan Hentze. "Drongurin við svarta beltinum". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/dokumentarurin?page=1&sid=62121. Heintað 20. november 2017. 
  4. Egholm, Sverri (20. oktober 2017). "Høgni Kunoy Dávason ársins gerandishetja". Portal.fo. http://portal.fo/hogni+kunoy+davason+arsins+gerandishetja.html. Heintað 20. november 2017. 
  5. Simonsen, Heri (19. november 2017). "Dávid vann DM-silvur frammanfyri stórari fjøld". In.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-11-24. https://web.archive.org/web/20171124031357/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/david-a-lakjuni-dm-silvur-gevur-blod-a-tanna/. Heintað 20. november 2017.