Gustav II Adolf av Svøríki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Gustav II Adolf (1594-1632)

Gustav II Adolf av Svøríki (føddur 9. desember 1594 á Tre Kronor slottinum í Stokkhólmi, deyður 6. november 1632 í Lützen) var kongur Svøríkis frá 1611 til 1632.

Hann var sonur Karl IX úr Vasa-ættini og konu hansara Kristina av Holstein-Gottorp.

Gustav II Adolf tók við trúnuni tann 26. desember 1611 og varð krýndur kongur Svøríkis í Uppsala tann 12. oktober 1617. Trý ár seinni, í 1620, giftist hann við Mariu Eleonoru av Brandenburg, systrini hjá kurfúrstanum í Brandenburg. Hon var av Hohenzollern-ættini. Tey bæði fingu dóttrina Kristinu í 1626. Tá pápin knappliga doyði í 1632, gjørdist Kristina drotning Svøríkis, bert 6 ára gomul.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]