Gunnvá Zachariasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Gunnvá Zachariassen)
Jump to navigation Jump to search

Gunnvá Zachariasen (fødd 21. mars 1973) er ein føroysk sjónleikarinna og leikstjóri. Umframt at hava virkað sum yrkissjónleikari í mong ár, hevur Gunnvá eisini undirvíst og leikstjórnað, eitt nú Útileikur á Ólavsøku, Grýlan við Willieboys. Hon samskipaði Barnasjónleikarastevnuna 2007. Hon hevur lisið Dramaturgi á Århus Universitet í 1995-96 og í 2000 varð hon útbúgvin sjónleikari frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn. Gunnvá hevur virkað sum sjónleikari í Danmark, Føroyum og USA.[1]

Nakrir leikir í úrvali[rætta | rætta wikitekst]

Í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í Danmark[rætta | rætta wikitekst]

  • Gøglerens hjerte, Jesper Carlsen - Egnsteatret Masken 2004-05
  • En gæst, Ole Bornedal - Aveny-T 2004
  • Faust, Jesper Carlsen, Theatre La Balance & Det Lille Turnéteater 2002-03
  • Knive i høns, David Harrower - Statens Teaterskole 2001
  • Don Juan fra Tranhuset, William Heinesen - Usenkev og Odense Teater 2000
  • Peer Gynt, Henrik Ibsen - Statens Teaterskole 2000
  • Bornedal’s Macbeth, Ole Bornedal - Gladsaxe Teater 1998

Í USA[rætta | rætta wikitekst]

  • Saltwater, International Theatre Collective, turné í Montana, St. Louis, Seattle og Victoria Fringe Festival, Vancouver Fringe Festival, Kanada 2004-05

Filmsleiklutir[rætta | rætta wikitekst]

Gunnvá hevur spælt við í tveimum filmum, tí føroyska filminum Bye Bye Bluebird og tí danska barnafilminum Flyvende farmor. Hon spældi brúður í Bye Bye Blue Bird og kvinnuligan politist í Flyvende farmor.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tjodpallur.fo
  2. Gunnvá Zachariasen á IMDB.com
  3. dfi.dk - FLYVENDE FARMORm STEEN RASMUSSEN, MICHAEL WIKKE (DK, 2001)