Grátt undir steini
Grátt undir steini | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||
|
Grátt undir steini ella grótlús, stundum rópt onnur nøvn, t.d. grádýr ella (í Skúvoy) veggjalús, eru fleiri sløg av smáum krabbadýrum sum liva á landi. Í útsjónd og livihátti kunnu tey minna um skordýr, men tey eru ikki skordýr. Grátt undir steini eru ein undirbólkur Oniscidea av bólkinum Isopoda.
Í Føroyum eru skrásett fýra sløg:[1][2]
- Porcellio scaber (Latreille, 1804)
- Oniscus asellus (Linnaeus, 1758)
- Trichoniscus pusillus (Brandt, 1833)
- Ligia oceanica (Linnaeus, 1767)
Nakrar fráboðanir eru komnar um at eitt fimta slag, Armadillidium vulgare, skal vera komið til Føroyar, men hetta er ikki staðfest.
Alment
[rætta | rætta wikitekst]Grátt undir steini hevur 7 pør av beinum. Kroppurin er samansettur av 13 liðum. Tað er einasta djór á landi sum andar bæði við lungum og táknum, og tí kann grátt undir steini vera bæði uppi á landi og í vatni. Grátt undir steini trívist best har vátligt er, og tolir ikki ov nógv ljós ella terra. Tað livur serliga av plantuleivdum. Honin verpur egg niður í ein posa, sum hon hevur undir framkroppinum, og í posanum verða ungarnir klaktir.[3]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Lohmander, H. 1929. Isopoda terrestria. In: Jensen, Ad.S., Lundbeck, W., Mortensen, Th. og Spärck R. (eds). 1928-1937. The Zoology of the Faroes II(I) 25: 1-7
- ↑ Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen, Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands, Fróðskaparrit nr. 54 2006
- ↑ Theodor Hansen, Náttúrusøga, 1981