Armadillidium vulgare

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Armadillidium vulgare
Armadillidium vulgare 001.jpg
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Malacostraca
Røð: Isopoda
Familja: Armadillidiidae
Ætt: Armadillidium
Slag: Armadillidium vulgare

Armadillidium vulgare (frøðiheiti - Armadillidium vulgare, føroyskt navn væntar, danskt almindelig kuglebænkebider), er eitt grátt undir steini.

Nakrar fráboðanir hava verið um at fólk hava sæð hetta slagið í Føroyum, men tað er enn ikki staðfest.[1]

Armadillidium vulgare verður vanliga upp til 18 mm til longdar, og hevur tann eginleika at tað kann rulla seg saman sum ein bólt um tað verður órógvað. Slagið hevur eisini eginleikan at stýra kropshitanum gjøgnum atferð sína, tað dámar betur sólskin tá hitin er lágur, men heldur seg í skugganum um hitin hækkar. Hiti niðanfyri -2° C ella omanfyri 36° C kann vera deyðiligur fyri slagið. Armadillidium vulgare tolir betri kuldan um náttina, og kann fara í eina støðu av dvala um veturin, fyri at yvirliva kuldan.

Armadillidium vulgare í ferð við at opna seg aftur, aftaná at hava rullað seg saman í verjustøðu

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Faroenature.net