Trichoniscus pusillus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trichoniscus pusillus

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Malacostraca
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Trichoniscus
Familja: Trichoniscidae
Slag: Trichoniscus pusillus

Trichoniscus pusillus (frøðiheiti - Trichoniscus pusillus, føroyskt navn væntar, danskt rød dværgbænkebider), er minsta gráa undir steini í Føroyum. Trichoniscus pusillus finst kring alt landið, men lítil kunnleiki er annars um hetta slagið í Føroyum.[1]

Trichoniscus pusillus verður ikki størri enn 5 mm til longdar, hevur toygt skapilsi, og er vanliga korkalitt. Trichoniscus pusillus heldur til á somu búøkjum sum tey størru sløgini av gráum undir steini. Nøringin hjá Porcellio scaber kann henda bæði við paring millum bæði kynini, og við moyggjarføðing, har honin ger eina klonu av sær sjálvari. Av tí at bert honir kunnu fremja moyggjarføðing, eru klonurnar altíð honir. Títtleikin av hannum minkar frá suðuri og norðureftir. Í meginpartinum av Skotlandi og Skandinavia síggjast ongir hannar, meðan títtleikin av hannum á iberisku hálvoynni og italsku hálvoynni er meir enn 15%. Sostatt bendir nógv á at flestu, um ikki øll, Trichoniscus pusillus í Føroyum eru honir.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Janus Hansen og Jens-Kjeld Jensen, Distribution of Woodlice (Isopoda: Oniscoidea) in the Faroe Islands, Fróðskaparrit nr. 54 2006