Grýlan (sjónleikur)
Stuttsøgan Grýlan hjá William Heinesen, varð í februar 2005 sett upp sum leikur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er leikbólkurin Willieboys, sum setti leikin upp.
Willieboys
[rætta | rætta wikitekst]- Bárður Persson, stigtakari, týðari, samskipari og leikari.
- Finnur Jensen, leikari.
- Kjartan Hansen, leikari.
- Gunnvá Zachariassen, leiksstjóri.[1]
Søgugongdin í stuttsøguni og leikinum
[rætta | rætta wikitekst]Grýlan er um fornan føstugangssið í Føroyum, og er at finna í savninum Himinin Brosar hjá William Heinesen. Christian Matras týddi søgurnar til føroyskt. Í Svínoy helt hesin siður sær heilt til 1956. Poengið í Grýluni er í stuttum, at hon skal tryggja lív, gróður og ávøkst. Tað ger Grýlan við at signa grøðina, djór og menniskju við Standara sínum (t.e. manligi kynslimurin). Men sum vera man hevur maðurin, sum á hvørjum ári letur seg í sum grýla, svárar trupulleikar av at sameina henda forna, heidna sið við sína kristnu trúgv. Og tað er júst hesin tvídráttur, ið skapar stóra spenningin í søguni.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Tjodpallur.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-28. https://web.archive.org/web/20130628012325/http://www.tjodpallur.fo/Default.aspx?ID=130. Heintað 2012-03-07.