Gráfelli
Appearance
Gráfelli er næsthægsta fjall í Føroyum. Tað er norðast í Eysturoynni millum Eiði, Funning og Gjáar, beint norðanfyri Slættaratind, sum er Føroya hægsta fjall. Gráfelli er 857 m høgt. Vestur úr Gráfelli er ein lítil tindur, ið kallast Krákan. Skarðið millum Slættaratind og Gráfelli kallast Bláaberg og er í 640 metra hædd.