Giorgos Karagounis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Karagounis í 2008

Georgios "Giorgos" Karagounis (Grikskt mál: Γιώργος Καραγκούνης), (føddur 6. mars 1977) er ein grikskur fótbóltsleikari, ið hevur spælt fyri fleiri ymisk feløg og fyri grikska fótbóltslandsliðið. Seinast spældi hann fyri enska felagið Fulham og var liðskipari á grikska fótbólslandsliðnum á HM í fótbólti 2014, tá Grikkaland kom víðari til 8. parts finalurnar, har liðið fyrst spældi javnleik 1-1 móti Kosta Rika, síðan varð leikt í longdari leiktíð har onki mál kom, og at enda var brotssparksskapping, sum Grikkaland tapti. Eftir dystin hevur hann boðað frá, at hann gevst á grikska landsliðnum.

Karagounis umboðaði Grikkaland fyri fyrstu ferð í 1999, og er í løtuni ein av teimum leikarunum, ið hevur spælt flestar dystir fyri sítt land í øllum heiminum, hann er í løtuni (30. juni 2014) nummar 29 á listanum. Hann hevur spælt 139 A-landsdystir fyri Grikkaland og skorað 10 mál. Hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í UEFA Euro 2004, sum Grikkaland vann fyri fyrstu ferð.[1]

Í ungdómsárunum og til 2003 spældi hann við Panathinaikos, 2003-05 spældi hann við Inter Milan, 2005-07 við Benefica, 2007-12 aftur við Panathinaikos og 2012 til 14 við Fulham F.C..

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Player review Uefa.com article, July 2004


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið