Gilli Rólantsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Gilli Rólantsson
Gilli Rolantsson 2017.jpg
Persónlig kunning
Fult navnGilli Rólantsson Sørensen
Føðingardagur (1992-08-11) 11. august 1992 (aldur 27)
FøðistaðurFøroyar
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Brann
Nummar17
Ungdómsyrkisleið
2009TB
2010Aberdeen F.C.
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2009–2012TB54(20)
2013B3625(2)
2014–AaB[1]23(0)
2016–Brann26(5)
Landslið
2007–2008Føroyar U1710(2)
2009–2010Føroyar U196(2)
2011–2013Føroyar U2111[2](1)
2013–Føroyar20(1)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. oktober 2017.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 14. oktober 2017

Gilli Rólantsson Sørensen (føddur 11. august 1992) er ein føroyskur fótbóltsleikari av Tvøroyri, sum spælir við Brann í Noregi. Áðrenn tað spældi hann 23 dystir í Superliguni við AaB. Hann spælir eisini á føroyska A-landsliðnum.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltsfeløg[rætta | rætta wikitekst]

Barnaárini spældi Gilli við TB á Tvøroyri. Sum ungur fótbóltsleikari fór hann í 2010 til Skotlands at spæla fótbólt við ungdómsliðnum hjá F.C. Aberdeen. Heimafturkomin úr Skotlandi spældi hann aftur við TB frá juni 2011, til hann fekk sáttmála við B36, har hann spældi í 2013. Hin 24. januar 2014 spældi hann venjingardyst við AaB í Superliguni móti F.C. Horsens, AaB vann dystin 2-0, Gilli skoraði annað málið hjá AaB.[3] Hin 18. august 2016 varð hann seldur frá AaB til Brann. Brann spælir í bestu norsku fótbótbóltsdeildini, Eliteserien.[4]

Landslið[rætta | rætta wikitekst]

Gilli hevur spælt við U17, U19 og U21 hjá Føroyum, hann var liðskipari á U21 landsliðnum. Hann varð úttikin til A-landsliðið hjá Føroyum í 2012, men spældi sín fyrsta landdyst móti Teilandi 21. februar 2012, tað var ein vinadystur. Í 2014/15 spældi hann átta landsdystir í EM undankapping. Hin 3. juni 2016 spældi hann við føroyska landsliðnum, tá teir møttu Kosovo í fyrsta altjóða dystinum hjá landinum, eftir at tað gjørdist limur í UEFA.

Hin 3. september 2017 skoraði hann sítt fyrsta mál fyri føroyska A-landsliði í einum 1-0 sigri móti Andorra á Tórsvølli.[5]

  • 2016 - 2 vinadystir í mars og juni.
  • 2014-15 - Føroyar, A-landsliðið, EM undankapping, 8 dystir (2 í 2014, 6 í 2015)
  • 2013 - U21 EM undankapping, 1 dystur
  • 2013 - Føroyar, A-landsliðið, 1 dystur (vinardystur)
  • 2012 - U21 EM undankapping, 3 dystir
  • 2011 - U21 EM undankapping, 2 dystir
  • 2010 - U19 EM undankapping, 3 dystir, 2 mál
  • 2009 - U19 EM undankapping, 3 dystir,
  • 2008 - U17 EM undankapping, 3 dystir, 1 mál
  • 2007 - U17 NM kapping, 4 dystir
  • 2007 - U17 EM undankapping, 3 dystir, 1 mál

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tipsbladet.dk, Færøsk U/21-anfører til AaB
  2. Fsf.fo, U21-landsliðsleikarar 2007 - 2013
  3. Fodbold.aabsport.dk, Reaktioner fra Frejaparken
  4. AaB sælger Rolantsson, bold.dk, 18. august 2016
  5. kvf.fo

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið