Geykur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Geykur


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Cuculiformes
Ætt: Cuculidae
Slekt: Cuculus
Slag: C. canorus
Cuculus canorus canorus + Acrocephalus arundinaceus
Cuculus canorus bangsi + Phoenicurus moussieri

Geykur (frøðiheiti - Cuculus canorus) er nakað sum bládúgva til støddar, men klænri. Omaná er steggin blágráur, bøgan morreyð við svørtum rondum, í neðra eru bæði hvít við dimmum rondum. Tað er skógarfuglur og eigur víða hvar í Evropa og Asia. Hann er vakur og syngur væl. Men bøgan er eitt rætt letivætti, sum hvørki tímir at verma egg síni ella geva ungunum. Hon lúrir eftir, nær smáfuglarnir — erlur, grátítlingar, músabrøður o. a. — verpa, og meðan teir eru úti, sníkir hon seg til at verpa eitt egg í reiður teirra. Dagin eftir fer hon í eitt annað reiður; upp til tjúgu egg kann hon verpa. Undarligt er, at hvørt egg, hon verpur, altíð bæði á liti og stødd er meinlíkt eggjunum hjá tí fugli, sum hon leggur tað undir. Og nú er hon leys frá avkomi sínum — smáfuglurin vermir eggið og føðir ungan. Hann etur óføra nógv og veksur skjótt, og so varpar hann smáfuglaungarnar út úr reiðrinum og liggur einsamallur eftir. Fosturforeldrini eru so ágrýtin at bera honum, at tey ofta sjálv koma upp í rak.

Sera sjáldan hoyrist, at hann er sæddur í Føroyum; men hann man tó ikki vera so heilt sjáldsamur, tí stundum verður hann kendur fyri smiril; teir eru so líkir at síggja nakað burturfrá.

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið