Geronimo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Goyaałé ella Geronimo.

GoyaałéChiricahua-málinum; merkingin er "tann, ið geispar"[1]), betur kendur sum Geronimo (føddur 16. juni 1829 í No-doyohn Canyon, nærindis Gila Cliff Dwellings í Nýmeksiko, deyður 17. februar 1909 í Fort Sill, Oklahoma[2]) var Chiricahua Apacheindiáni. Hann vaks upp hjá Bedonkohe ættflokkinum, ið livdi í økinum, har ain Gila River springur upp, í eystara parti av Nýmeksiko. Seinni gjørdist hann ein av oddamonnunum í Chiricahua ættarbólkinum.[3][4]

Geronimo var ein av teimum seinastu upprunaamerikanarunum, ið stóð á odda í uppreistrinum ímóti niðursetufólkunum úr Evropa. Hann stílaði fyri álopum inn í útsynningslondini í USA. Seinni varð hann tikin og settur fast í Florida. At enda varð hann burturfluttur til Fort Sill, Oklahoma, har hann varð settur í varðhaldið. Hann doyði í Fort Sill sum tjóðarhetja í 1909.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]