Gepardur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Gepardur
Gepardur í Suðurafrika.
Gepardur í Suðurafrika.

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Carnivora
Ætt: Felidae
Slekt: Acinonyx
partim
Slag: A. jubatus
Acinonyx jubatus
(Schreber, 1775)

Gepardur (frøðiheiti - Acinonyx jubatus) er flekkut rándýr av kattarslag líkt tikara. Í heiminum í dag finnast minni enn 20.000 gepardar eftir, sum sostatt verður mett sum hótt djóraslag. Gepardurin er skjótast djór á jørðini, ið gongur á fýra beinum. Vanliga hevur verið mett, at gepardurin hevur eina toppferð á umleið 110-120 kilometrar um tíman, men megnar tí ikki at halda ferðina yvir longri tíð.

Gepardur er skjótast millum súgdjór. Stutt strekki rennur einki djór undan gepardinum, hann kann renna 100 km. um tíman. Men hann fær ikki sum hinir stórkøttirnir krept klørnar inn í labban, so tær eru altíð útspílaðar, tí fótar hann sær sera væl, tá ið hann rennur. Verður gepardur avdúkaður, meðan hann sníkir seg eftir fongi, gevst hann alt fyri eitt, er hann meiri enn 180 m. frá. Meiri enn onnur hvør veiðiroynd hansara miseydnast.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið