George Jones

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
George Jones
George Jones í Illinois, juni 2003.
Føddur 12. september 1931
Texas Saratoga, Texas
USA USA
Doyði 26. apríl 2013
Tennessee Nashville, Tennessee
USA USA

George Glenn Jones (f. 12. september 1931 – d. 26. apríl 2013) var millum størstu røddirnar í countryheiminum. Hann var tað, ið nevnt verður ein legenda, men náttina til leygardagin 26. apríl 2013 doyði Jones, 81 ára gamal. Hann var á eini tónleikaferð, sum hann frammanundan hevði boðað frá, fór at vera hansra seinasta. Tann 18. apríl kendi hann seg ikki væl, fleiri konsertir vórðu avlýstar, og Jones varð innlagdur á eitt sjúkrahús í Nashville, Tennessee við fepri og óstøðugum blóðtrýsti. Hann doyði av iltmangli, sambært familju hansara.

Jones sang sangir um drukktúrar og hjartasorg, og var hetta ofta íblást av egnu uppslítandi lívsførslu hansara. Hann náddi meira enn nakar annar countrysangari hittlistarnar í heimlandinum, heilar 150 ferðir kom hann á listarnar í USA. Kent er eittnú lagið “He Stopped Loving Her Today”. George Jones, sum sjálvur Frank Sinatra útnevndi næststørstu rødd í USA, var giftur fýra ferðir og í stórtíð síni í fimti- og sekstiárunum náddi hann javnan forsíðurnar í amerikonskum bløðum, orsakað av harðligu drukktúrunum, skjótum og heitum kærleiksromansum. George Jones hevur m.a. verið giftur við Tammy Wynette frá 1969 til 1975, tey fingu dóttrina Tamala Georgette, sum eisini er country sangari og hevur framført saman við pápanum.

Nummar eitt country hitt[rætta | rætta wikitekst]

  1. "White Lightning" (1959)
  2. "Tender Years" (1961)
  3. "She Thinks I Still Care" (1962)
  4. "Walk Through This World with Me" (1967)
  5. "We're Gonna Hold On" (við Tammy Wynette) (1973)
  6. "The Grand Tour" (1974)
  7. "The Door" (1975)
  8. "Golden Ring" (við Tammy Wynette) (1976)
  9. "Near You" (við Tammy Wynette) (1977)
  10. "He Stopped Loving Her Today" (1980)
  11. "I Was Country When Country Wasn't Cool" (with Barbara Mandrell) (1981)
  12. "Still Doin' Time" (1981)
  13. "Yesterday's Wine" (við Merle Haggard) (1982)
  14. "I Always Get Lucky with You" (1983)


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið