Gabriel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Gabriel verður vanliga myndaður við vøkrum veingjum.

Høvuðseingilin Gabriel (hebraiskt: גַּבְרִיאֵל, grikskt: Γαβριήλ ella Gabriēl) er sendiboð Guðs og boðar frá føðingum Jesusar. Frammanundan hevði hann boðað frá, at Jóhannes Doyparin skuldi verða føddur. Gabriel er eisini nevndur í Gamla Testamenti, har hann leggur út sjónir Dánjals profets. Hann verður hámettur av bæði jødum og muslimum. Í halgu bók muslimanna, Koranini, boðar Gabriel Muhammedi frá, at hann skal vera Guðs sendiboð á jørð.