Fuerteventura

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg (Fuerteventura) Flagg (Spania)
Land: Spania
Landslutur: Kanariuoyggjar
Kongur: Juan Carlos I
Vídd: 1,660 km²
Íbúgvar (2003): 74 983
Tættleiki: 45/km2
Heimasíða: Fuerteventura Portal

Fuerteventura er spansk oyggj sum liggur ímillum Lanzarote og Gran Canaria og er tann næststørsta av Kanararisku oyggjunum. Oyggin liggur á sama breiddarstigi sum Florida og Meksiko og hevur sama veðurlag – Millum 20-25 stig um veturin og eitt sindur heitari um summarið – og 3000 tímar við sól hvørt ár. Har eru ikki færri enn 152 strendir – 50 km við fínum, hvítum sandi og 25 km við svørtum vulkanskum smásteinum. Fuerteventura hevur umleið 75 túsund íbúgvar. Oyggin er 1,660 ferkilometrar til støddar. Størsti býur er Puerto del Rosario. Puerto del Rosario hevur umleið 30 túsund íbúgvar. Hægsta fjall er Jandiafjøll sum er 807 m høgt.


Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið