Jump to content

Flotoyggj

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Flotoy)

At fólk veruliga hava trúð upp á flotoyggjar, framgongur av einum greinarstubba úr bókini Færoæ Et Færoa Reserata, sum danski presturin Lucas Debes gav út í 1673. Í kapitlinum Færøes Land skrivar hann soleiðis:

Fleiri íbúgvar hava boða frá, at ein flotoyggj ofta hevur verið at síggja norðan fyri landið. Hetta er ikki bara frásagnir ið eru bornar víðari frá forfedrunum, men eisini fólk nú á døgum siga fyri satt, at tey hava sæð hana í nakrar tímar. Tey siga seg hava sæð fjøll og dalar á henni, áir ið streyma í dølunum og at tey týðuliga sóu at hon var grøn í neðra og í dølunum.

Tann 28. apríl fyrra árið kom skiparin Poul Baadsted til Føroyar við sínum skipi. Bæði hann og tveir ungir prestar, ið vóru við á ferðini, nevniliga Gregers Pederssøn og Peder Clementsøn, søgdu frá, at teir á leiðini sóu eina oyggj, tá skipið var rikið av kós sunnanfyri Føroyar. Tá teir komu nær oynni, sóu teir hana týðuliga við fjøllum, bjørgum og streymandi áum, grøn við sjóvarmálan og við klettum og skerum undir landi, ikki ólík teimum føroysku oyggjunum. Men teir sóu ongar aðrar oyggjar og mettu tí at teir vóru snýttir. Teir sigldu tí víðari norðureftir og komu eftirhondini fram til Føroyar. Skiparin metti at oyggin lá ellivu míl í ein landsynning úr Føroyum. Um nøkur føst oyggj lá á tí positiónini, hevði hon fyri langari tíð síðani verið funnun, eftirsum skipini ið sigla á Ísland ofta sigla á tí leiðini. Tey skip ið koma sunnanífrá og stevna norður um Hetland, seta kósina eftir Føroyum, og mugu tí koma framvið tí staðnum. So um ein føst oyggj lá har, hevði hon verið kend frammanundan.

Enckhuyser Eyland, ið varð funnin og navngivin av hollendingum, lá undir 65 gradum norðari breidd ella latitude, 45 míl í ein útnyrðing úr Føroyum. Tað er týdningarmikið at nevna hana, av tí at hon ikki longur finst. Tað er upp til tann einstaka at avgera um tað er natúrligt, at ein sovorin landmassi av hørðum gróti kann hava verið til og so hvørva aftur. Um oyggin var av plantum og viksteini, so kundi tað verið, men so mátti hon hava floti omaná, sum flotoyggjarnar í ferskvatni, samanvovin av rótum, við eitt sindur av mold og grasi.

Íbúgvarnir siga annars um Svínoynna, at hon upprunaliga hevur verið ein flotoyggj. Teir meta, at um ein kundi komi út á tað (flot)oynna ið ofta sæst, og kasta stál á hana, so hevði hon sett seg. Hetta svarar til yvirtrúnna hjá kavarum, ið leggja stál á dýrgripirnar teir finna á havbotninum, so tey fornisku ikki skulu flyta teir, tá kavararnir fara upp aftur. Mong eru tey ið siga frá tílíkum flotoyggjum, og vilja vera við at tær eru veruleiki. Men eg trúgvi hesum ikki, ei heldur nakrari yvirtrúgv (teimum viðvíkjandi). Hevði tær ikki verið sagdar at líkjast vanligum oyggjum, so vildi eg hildið at tær vóru ísfjøll ið eru komin rekandi úr Grønlandi. Um so ikki er, so er tað mín fasta trúgv, at hetta er fyrigykling og sjónarvilling hjá Djevlinum, sum í sær sjálvum er ein sannur meistari í slíkum. Tí hann hevur ofta gykla teir fyrr í øðrum líki. Tað er kent millum manna, hvussu Satan um nætur, tá teir eru á útróðri um veturin, hevur víst seg fyri teimum sum ein bátur við manning og fiskireiðskapi. Hann hevur tala við teir, givið teimum agn og sagt teimum frá góðum miðum. Teir bæði kenna til og nýta tey mið ið hann hevur sagt teimum frá. Um Satan kann vísa seg í bátalíki fyri íbúgvunum, so kann hann eisini gera tað í landalíki, kanska fyri at lokka tey vantrúnu til sín og føra tey út í vanlukku...