Fiskaaling P/F

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Fiskaaling P/F (enskt heiti: Aquaculture Research Station of the Faroes) er ein føroysk fyritøka, sum varð stovnað í 1970. Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin.

Endamál[rætta | rætta wikitekst]

  1. at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni.
  2. at reka vinnuligt virksemi innan hetta virksemisøki og
  3. annað starv í hesum sambandi.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Nevndin í P/F Fiskaaling verður vald av landstýrismanninum í vinnumálum, meðan starvsfólkini í felagnum velja eitt umboð.

  • Sigurð Vang, nevndarformaður
  • Turið Mørkøre
  • Hóraldur Joensen
  • Astrid Hansen (starvsfólkavalt umboð)
  • Arne Poulsen
  • Leif av Reyni
  • Rúni Weihe

Týdningarmikil árstøl í føroyskari alisøgu[rætta | rætta wikitekst]

  • 1966-1967 Sílarogn verða innflutt úr Danmark
  • 1970 P/F Fiskaaling verður stovnað
  • 1973 Føroya Landsstýri yvirtekur P/F Fiskaaling
  • 1978-1984 Laksarogn verða innflutt úr Noregi
  • 1984 P/F Fiskaaling gevst at innflyta rogn vegna IPN í Noregi
  • 1991 P/F Fiskaaling fer í holt við kynbótaarbeiði við 150 familjum. Úrvalt verður fyri vøkstri og móti tíðliga kynsbúning
  • 1992 Sjúkumótstøðuføri verður tikið við í úrvalið
  • 1995 Flakalitur verður tikin við í úrvalið
  • 1997 Flakafiti verður tikin við í úrvalið
  • 1999 Talið av familjum verður økt úr 150 til 400 familjur
  • 2001-2005 Royndir við aling av kalva
  • 2001 Innflutningurin av rognum verður uppafturtikin
  • 2006 Royndir við aling av toski
  • 2010 Samstarv við SalmoBreed[1]
  • 2010 Tvær tær størstu alifyritøkurnar í Føroyum Bakkafrost og Vest Laks løgdu saman og gjørdust 10. størsta alifyritøka í heiminum.[2]
  • 2011 Bakkafrost keypti tað føroysku fyritøkuna Havsbrún, ið m.a. framleiðir fiskamjøl og alifóður. Keypið førdi eisini við sær, at Bakkafrost nú átti meirilutan av fyritøkunum Viking Seafood og Faroe Farming. Keypið førdi við sær, at tað nú bert eru 3 alifyritøkur í Føroyum.[3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fiskaaling.fo Søga
  2. salmon-from-the-faroe-islands.com
  3. salmon-from-the-faroe-islands.com

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]