Filippibrævið
Filippibrævið er eitt av fangilsisbrøvinum. Tað er helst skrivað í Róm í Italia, tá ið hann fyrstu ferð sat fangi har (sambært orðunum lívvaktarliðinum í 1,13, og tey, sum hoyra til hús keisarans, 4,22). Brævið er fyrst og fremst skrivað, tí Paulus hevur tikið ímóti eini gávu frá kirkjuliðinum. Longu á aðru prædikuferðini høvdu filippimenn veitt honum fíggjarliga hjálp. Og nú hevði hann upp aftur fingið gávu frá teimum. Epafroditus hevði fingið gávuna í lag. Epafroditus var eina tíð hjálparmaður Paulusar, meðan hann sat fangi, og hann hevði sett lív sítt í váða. Tí skrivar Paulus brævið. Brævið er skrivað til hini heilagu í Kristi Jesusi í Filippi. Filippi var ein týdningarmikil býur í Makedónia. Var rómverskt hjáland og rómversk hermannaborg. Filippi var eisini fyrsti býur í Evropa, har Paulus setti á stovn kristið kirkjulið, og tað varð stovnsett á aðru prædikuferð hansara. Hann var aftur í hesum býi á triðju prædikuferð síni. Hann hevði framúr góð og hjartalig viðurskifti við kirkjuliðið í Filippi.