Faraday Institute for Science and Religion

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Faraday Institute for Science and Religion er uppkallað eftir vísindamanninum Michael Faraday, ið livdi frá 1791 til 1867. Umframt at vera ein tann kendasti bretski vísindamaðurin fyri sítt arbeiði innan alis- og evnafrøði var hann eisini ein íðin kristin trúgvandi.

Faraday Institute, ið hevur tilknýti til St. Edmunds College í Cambridge, er virkið á 4 høvuðsøkjum:

  • Gransking og útgáva av tilfari innan vísindi og átrúnað.
  • At bjóða út skeið og einkultar lærugreinar innan vísindi og átrúnað.
  • At skipa fyri almennum fyrilestrum og ráðstevnum innan vísindi og átrúnað.
  • At bera rættar og nágreiniligar upplýsingar til altjóða miðlar í spurningum viðvíkjandi vísindum og átrúnaði.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]