Fallin í bardaga
Appearance
Fallin í bardaga ella dripin í bardaga (enskt: killed in action - KIA) er ein málbering, ið vanliga verður nýtt í hervaldinum fyri egnir hermenn, ið eru dripnir av fíggindanum.[1] Fólk, ið verða dripin í bardaga, eru ikki deyð av vanlukkum sum t.d. bilvanlukkum ella øðrum ikki-fíggindaligum hendingum ella terrorismu.[2][3]
Fallin í bardaga kann brúkast bæði til frontlinjuhermannahópar og flota-, loft- og stuðulshermannahópar. Ein ið er blivin dripin í bardaga í einari serstakari hending, verður nevndur við einum † (Unicode U 2020: Dagger) við síðuna av navni sínum, fyri at vísa at viðkomandi er deyður.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "dtic.mil U.S. Department of Defense Dictionary: killed in action". http://www.dtic.mil/doctrine/jel/doddict/data/k/03003.html. Heintað 2015-04-06.
- ↑ "lectlaw.com - The 'Lectric Law Library's Legal Lexicon om Justifiable Homicide". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-06-10. https://web.archive.org/web/20080610062951/http://www.lectlaw.com/def/j059.htm. Heintað 2015-04-06.
- ↑ nolo.com - Nolo Press Legal Definition Homicide