Jump to content

Fallin í bardaga

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fyribils grøv fyri ein amerikanskan maskinbyrsuhermann, ið fall í bardaga undir Overlord tiltakinum.
Normandy American Cemetery and Memorial, nærindis Colleville-sur-Mer í Normandínum, Frakland.

Fallin í bardaga ella dripin í bardaga (enskt: killed in action - KIA) er ein málbering, ið vanliga verður nýtt í hervaldinum fyri egnir hermenn, ið eru dripnir av fíggindanum.[1] Fólk, ið verða dripin í bardaga, eru ikki deyð av vanlukkum sum t.d. bilvanlukkum ella øðrum ikki-fíggindaligum hendingum ella terrorismu.[2][3]

Fallin í bardaga kann brúkast bæði til frontlinjuhermannahópar og flota-, loft- og stuðulshermannahópar. Ein ið er blivin dripin í bardaga í einari serstakari hending, verður nevndur við einum † (Unicode U 2020: Dagger) við síðuna av navni sínum, fyri at vísa at viðkomandi er deyður.