FF Giza

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

FF Giza er eitt føroyskt fótbóltsfelag úr Tórshavn. Felagið spælir sínar dystir á vøllinum á Argjum. Felagið hevur sín uppruna úr Nólsoy, tað var stovnað 1. januar 1968 sum Nólsoyar Ítróttarfelag. 1. januar 2009 skiftið felagið navn til FF Giza. Í 2010 spældi FF Giza í 3. deild. Kappingarárið 2012 hava FF Giza og FC Hoyvík lagt feløgini saman, eftir at FC Hoyvík flutti niður í 2. deild, og Giza/Hoyvík spælir í 2. deild og 3. deild (minikapping) í 2012.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]