Jump to content

Føroyar á Paralympisku Leikunum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð á Summar Paralympisku Leikunum í 1984, og hava luttikið hvørja ferð siðan. Føroyar hava ongantíð luttikið á Vetrar Paralympisku Leikunum. Svimjing er tann ítróttargreinin har Føroyar hava vunnið øll heiðursmerkini í, og svimjing er eisini við einum undantakið í 1992, tá Føroyar eisini hevði umboðan í borðtennis, einasta svimjigrein, ið Føroyar hava luttið við á Paralympisku Leikunum. Tað besta árið fyri Føroyar var 1988, tá føroysku luttararnir vunnu heili 7 heiðursmerki, harav eitt var gull, sum Christina Næss vann.[1] Heidi Andreasen er tað ítróttarfólki, sum hevur vunnið flest heiðursmerki fyri Føroyar á Paralympiaduni, hon hevur vunnið 5 heiðursmerki: 3 silvur og 2 bronsu. Fýra av hesum vann hon í 2000 og tað eina í 2004.

Listi yvir heiðursmerki

[rætta | rætta wikitekst]
Heiðursmerki Navn Leikir Ítróttargrein Kapping
bronsaKatrin Johansen1988 SeoulSvimjing100m rygg C8
silvurKatrin Johansen1988 SeoulSvimjing100m frí C8
gullChristina Næss1988 SeoulSvimjing100m rygg C3
silvurChristina Næss1988 SeoulSvimjing400m firvald C3-4
bronsaTóra við Keldu1988 SeoulSvimjing100m firvald L6
bronsaTóra við Keldu1988 SeoulSvimjing400m firvald L6
silvurTóra við Keldu1988 SeoulSvimjing100m frí L6
silvurTóra við Keldu1996 AtlantaSvimjing100m frí S10
bronsaHeidi Andreasen2000 SydneySvimjing100m rygg S8
silvurHeidi Andreasen2000 SydneySvimjing100m frí S8
silvurHeidi Andreasen2000 SydneySvimjing400m frí S8
silvurHeidi Andreasen2000 SydneySvimjing50m frí S8
bronsaHeidi Andreasen2004 AthenSvimjing400m frí S8
  1. Paralympics.org, Athlete Search Results, Úrslitini hjá Føroyum á Paralympisku Leikunum (luttøka og heiðursmerki).