Føroyar, A-landsliðið í hondbólti hjá kvinnum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Føroyar hevur A-landslið fyri kvinnur, sum leikar í altjóða kappingum. Føroysku kvinnurnar hava fyrr kappast í Challenge Trophy. Í juni 2017 spældu tær í innleiðandi undankapping til EM í hondbólti 2018 (kvinnur). Tær spældu tveir dystir ið vóru móti Grikkalandi og Finnlandi. Føroyar vann dystin móti Grikkalandi 25-24 og móti Finnlandi vunnu tær 20-17. Føroyska liðið kom sostatt fyri fyrstu ferð víðari til sjálva undankappingina til EM í hondbólti. Landsliðsvenjari hjá kvinnunum er Scott Harrington og Sigrun Mikkelsen er hjálparvenjari (dagført juni 2017).[1]

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum 2017[rætta | rætta wikitekst]

Hesar eru úttiknar til hópin hjá A-landsliðnum hjá Føroyum í hondbólti (bruttohópur):

  • Viviann Petersen VÍF
  • Fríða Petersen Neistin
  • Tomma Sunnva Petersen Kyndil
  • Ásleyg Súnadóttir Kyndil
  • Turið Arge Samuelsen Kyndil
  • Ninna Katrin Johansen StÍF
  • Anja Eliasen Kyndil
  • Kristianna Henneberg Joensen Midtjylland
  • Siw Matras Larsen TMS Ringsted
  • Margit Weihe Fríðmundsdóttir Neistin
  • Marianna Geirsdóttir Eystberg VÍF
  • Guðrið Geirsdóttir Eystberg Kyndil
  • Durita Christoffersen Jojic VÍF
  • Birita Ingolfsdóttir Jacobsen Neistin
  • Anna Armgarðsdóttir Brimnes Kyndil
  • Marjun Falkvard Danberg Neistin
  • Bjarta Osberg Johansen Kyndil
  • Bára Krossteig Hansen Kyndil
  • Pernille Brandenborg GOG
  • Daniella Joensen VÍF
  • Tóra Eliasen Stjørnan
  • Birita Poulina Mortansdóttir Kyndil
  • Marianna Holm Jacobsen VÍF

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. HSF.fo, A-landsliðið kvinnur

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]