Føroya Landsbókasavn
Appearance
(Ávíst frá Føroya landsbókasavn)
Føroya Landsbókasavn varð stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur. Við heimastýrislógini (1948) var bókasavnsmálið yvirtikið sum føroyskt sermál, og Føroya Landsbókasavn kom undir landsstýrið og virkar í dag eftir løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001, sett í gildi 1. januar 2002. Í 2011 var stovnurin Søvn Landsins settur á stovn. Landsbókasavnið gjørdist ein av stovnunum undir Søvnum Landsins.[1]
Umframt deildarleiðari, starvast 17 fólk á Landsbókasavninum.
Høvuðsendamál
[rætta | rætta wikitekst]- at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
- at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
- at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
- at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
- at hava handritadeild
- at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum
- at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni
- at veita vísindabókasavnstænastu
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Landsbókasavnið Archived 2008-09-15 at the Wayback Machine
- Um Landsbókasavnið
- Leitiskipan Landsbókasavnsins Archived 2015-03-29 at the Wayback Machine