Jump to content

Føroya Pro Vita

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroya Pro Vita er ein felagsskapur, stovnaður 12. juni 1992, ið arbeiðir fyri at verja rættindini hjá barninum í móðurlívi. Pro vita er latín og merkir fyri lív, og hetta sipar til endamál felagsins. Felagsskapurin byggir á kristiligt grundstøði og menniskjasýni, men er ikki knýttur at nakrari ávísari samkomu.

Grundarlagið undir Pro Vita rørsluni er Lejeune yvirlýsingin, ið er orðað av franska ættarbregðisgranskaranum Jerome Lejeune frá París.