Faroe Pride

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Føroya Pride)

Faroe Pride er skrúðgonga, ið er fyriskipað av LGBT Føroyar, tey fyrstu árini var skrúgongan fyriskipað av Friðarboganum. Faroe Pride skrúðgongan er til frama fyri samkyndum og tvíkyndum. Nógv hinskynd luttaka eisini í skrúðgonguni fyri at vísa sín stuðul. Fleiri av luttakarunum bera fløgg, ballónir, skelti og annað líknandi, sum oftast eru røður og tónleikaframførslur á skránni.

Kári Jacobsen hevur gjørt ein Faroe Pride sang við heitinum "Ymisk". Kári eigur bæði orð og lag. Tey ið syngja eru: Kári Jacobsen, Eyð Berghamar Jacobsen, Jens Marni Hansen, Arnfríð Lützen og Niels Arge Galán.[1]

Faroe Pride skrúðgongur[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]