Fólkatalsfrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólkatalsfrøði sigur nakað um fólkatal, broytingar í fólkatali, og um hvussu fólkatalið er býtt eftir økjum – harumframt eisini um aldurs- og kynssamanseting o.a.

Fólkatalsfrøði ella íbúgvafrøði eru vísindini um gongdina í fólkatalinum, um fólkasamanseting við atliti at kyni, aldri og borgarastøðu, um landafrøðiliga býtið í íbúgvatali og samanseting, og um tær broytingar í íbúgvatali og samanseting, sum koma av gongdini í føðitíttleika, deyðstíttleika, tilflyting og fráflyting. Hugtakið demografi (δημογραφία) er grikskt og merkir lýsing av viðurskiftum viðvíkjandi fólkatalinum.[1] Íbúgvaviðurskiftini verða lýst fyri eitt land og landspartar á ein hátt, so beinleiðis samanberingar kunnu gerast við onnur lond.

Fólkatalsfrøði verður brúkt til at lýsa fólkatalsgrundarlagið í einum samfelag, í einum øki – og verður eisini brúkt, tá ein lýsing verður gjørd av, hvørjir menningarmøguleikar eru í økinum, hvat fólkatali viðvíkur. Orsøkin til at fólkatalsfrøði hevur týdning fyri menningarmøguleikarnar í einum øki er, at bæði tørvur og arbeiðsorka hjá fólki broytist við aldrinum. Greitt er harumframt, at tørvurin á barnaansing, skúlum, frítíðartilboðum, arbeiðsplássum, bústøðum, heilsu- og eldrarøkt er neyvt tengdur at, hvussu aldurbýtið er í økinum.

Hagstova Føroya savnar, víðger og kunnger íbúgvafrøðiligar upplýsingar um Føroyar.[2]

Keldulisti[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið