Fólkafundur í Hoyvík
Tiltakið Fólkafundurin 2013 er eitt tiltak, sum fer fram í Kí-høllini og badmintonhøllini í Klaksvík 20. og 21. september 2013. Tað eru privat fólk sum í samstarvi við Klaksvíkar kommunu skipa fyri hesum demokratiska festivalinum, ið er ókeypis fyri allar vitjandi gestir. Endamálið við Fólkafundinum er at fáa politikkin út til vanliga borgaran. Fyri tað fyrsta kunnu øll á Fólkafundinum tosa beinleiðis við tey, ið ráða fyri borgum, og fyri tað næsta kunnu politiskir flokkar og alskyns áhugafeløg fáa teirra boðskap út til vanliga borgaran.
í 2012 varð fyrsti Fólkafundurin hildin í Føroyum. Hann var hildin í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Út við 50 felagsskapir, fakfeløg, áhugafeløg, politiskir flokkar, kommunur og onnur tóku lut við tilsamans 86 ymiskum tiltøkum á Fólkafundinum 2012, ið savnaði fleiri enn 1500 fólk.
Á Fólkafundinum 2013 fara flokkar og feløg at hava framsýningarbásar; harafturat verður skipað fyri einari ørgrunnu av tiltøkum, t.d. fyrilestrar, hólmgongir, caféir, pallborðsfundir og tónleikaframførslur.
Hugskotið kemur frá líknandi árligum tiltaki, ið byrjaði á Gotlandi í Svøríki. Tiltakið hevur eisini verið hildið á Bornholm í nøkur ár. Hetta tiltakið hevur verið væl vitjað á Bornholm. Í 2011 møttu 10.000 fólk upp frá Bornholm og restini av Danmark, og í 2012 møttu 27.000 fólk upp.
Fólkafundurin verður fyriskipaður av Ólavi í Geil Guttesen, BA (hons), Jón Briani Hvidtfeldt, journalisti og Jóhannesi Miðskarð, PhD.