Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum (Upprunatittul: Folk og røvere i Kardemomme by) er ein bók eftir norska rithøvundan Thorbjørn Egner. Í 1955 skrivaði Thorbjørn Egner, søguna um Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum. Í 1961 umsetti Eyðun Johannessen søguna til føroyskan útvarpsleik, sum varð sendur í 1961. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina í 1980, 25 ár eftir at upprunaútgávan kom í Noregi. Bókin og sjónleikurin eru millum best umtóktu barnasøgur yvirhøvur í Skandinavia. Leikurin snýr seg um teir tríggjar dólgarnar í Kardamummubýi, Kaspar, Jaspur og Jónatan, sum um náttina fara út at stjala. Hetta eru fólkini í býnum ikki glað fyri, og siga hetta við Bastian politimeistara. Men Bastian hevur úr at gera við fyrireikingum til stóru Kardamummuveitsluna, sum øll gleða seg so nógv til. Tá stóra Kardamummuveitslan verður hildin, eru øll í góðum hýri, øll uttan tvøra Suffía mostir og dólgarnir. Ein dagin finna dólgarnir uppá at stjala Suffíu mostir, men ætlan teirra gongur ikki sum ætlað.