Jump to content

Elspa Mørkøre

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Elspa Mørkøre (f. 22. oktober 1991) er føroyskur svimjari. Elspa er fyrsta føroyska kvinnan sum svam 100 m frí undir eitt minutt. Elspa flutti heimaftur til Føroya í august 2009 og svimur nú fyri Ægir í Klaksvík og fyri Føroyar. Í eina tíð búði hon niðri í Danmark, har hon vandi og svam fyri West Swim í Esbjerg og fyri danska landsliðið.

Føroysk met

[rætta | rætta wikitekst]

Elspa Mørkøre hevur sett fleiri føroysk met. Metini kunnu verða tikin (betraði) av øðrum, síðan hetta bleiv skrivað. Víst verður annars til heimasíðuna hjá Svimjisambandi Føroya. Hesi føroysku met átti Elspa Mørkøre í august 2010:

Føroysk met á langbana:

  • 100m rygg - 1:06.75
  • 200m rygg - 2:24.41
  • 200m blandað - 2:31.16
  • 400m blandað - 5:27.85

Føroysk met á stuttbana:

  • 100m frí - 57.41
  • 200m frí - 2:03.15
  • 50m rygg - 28.94
  • 100m rygg - 1:03.78
  • 200m rygg - 2:15.15
  • 200m blandað - 2:21.22

Danmarksmeistaraheitið

[rætta | rætta wikitekst]

DM 2009: Elspa Mørkøre vann gull í 50 m og 100 m rygg svimjing, silvur í 200 m rygg og 200 m frí. [1][deyð leinkja]

Oyggjaleikir

[rætta | rætta wikitekst]

Elspa Mørkøre vann 8 gull heiðursmerki og eitt silvur á Oyggjaleikumun á Rhodos í 2007.[2] Á Oyggjaleikunum í 2005 vann hon 1 gull heiðursmerki, eitt silvur og trý bronsu heiðursmerki.

Ársins ítróttarbragd 2005

[rætta | rætta wikitekst]

Elspa Mørkøre vann heiðurin "Ársins Ítróttarbragd" í 2005. Heðin Mortensen helt røðu fyri henni og nevndi m.a. at hon hevði sett 25 føroysk met tað árið.[3] Archived 2007-10-10 at the Wayback Machine