Elsa Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Elsa Jacobsen er fødd í Norðragøtu 15. februar í 1928. Aftan á lokna skúlagongd í heimbygdini arbeiddi hon fyrifallandi arbeiði, til hon í 1948 fór til Havnar at læra til sjúkrasystur. Í 1951 var hon liðug við útbúgving sína, arbeiddi so sum sjúkrasystir, til hon í 1959 fór til Skotlands at læra til jarðarmóður. Á sumri í 1960 fór hon suður til Etiopia sum trúboðari send av Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Í 1966 gav felagið út bók hennara "Etiopia kallar". [1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo[deyð leinkja]