Eivin Jacobsen
Appearance
| Eivin Jacobsen | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 20. jul 1957 |
| Starv | firefighter |
| Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
| Dátuheiti | |
| Commons | Eivin Jacobsen |
Eivin Helgi Jacobsen (føddur 20. juli 1957 í Sørvági) er ein føroyskur brandmeistari og politikari (SB).
Hann er útbúgvin maskinsmiður frá Statens Brandskole í Danmark, og starvast sum arbeiðsleiðari hjá Vága floghavn.
Hann var býráðslimur í Sørvági 1992–2004, í árunum 2000–2004 sum borgarstjóri. Hann møtti fast á Føroya Løgtingi sum varalimur hjá løgmanni Kaj Leo Johannesen frá 2011-2015, og sat í Løgtingsins rættarnevnd.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2011–2015 Limur í Løgtingsins rættarnevnd
Familja
[rætta | rætta wikitekst]Eivin er sonur Evald og Jacobinu Jacobsen, er giftur Astu Skaalum Jacobsen, tey eiga børnini Inga f. 1977, Marit f. 1985 og Terji f. 1989.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Eivin Jacobsen". logting.fo. 20. jan. 2014. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 20. jan. 2014. http://archive.today/OpDw8.