Egina
Egina (grikskt: Αίγινα - Aígina [ˈeʝina], g verður úttala sum føroyski bókstavurin j) er ein oyggj í Grikkalandi. Oyggin hoyrir til tær Saronisku oyggjarnar, sum liggja beint sunnanfyri og í ein útsynning av Athen og Pireus í tí Saronisku Víkini. Tær størstu av Saronisku oyggjunum eru: Salamis, Angistri og Poros. Onkuntíð verða oyggjarnar Hydra, Dokos og Spetses roknaðar uppí tær Saronisku oyggjarnar. Egina liggur bert 27 km frá Athen, ferjur og skjóttgangandi bátar sigla fleiri ferðir dagliga millum oynna og meginlandið. Egina er ein kommuna í Attika landslutinum.
Tær størstu bygdirnar á Egina eru hesar: (tølini í klombrum er fólkatalið, sum tað var í 2011)
- Egina (7253)
- Kypseli (2124)
- Mesagros (1361)
- Perdika (823)
- Vathy (1495)
Egina býur er høvuðsbýur á oynni og liggur í útnyrðingshorninum av oynni. Av tí at fjarðstøðan til Athen er so lítil, eru tað nógvir athenbúgvar, ið ferðast til oynna, og fleiri eiga frítíðarhús á oynni. Fólkatalið á oynni er umleið 13.000. Oyggin er 87,41 km2 til støddar, til samanberingar kann nevnast, at Borðoy er 96 km2.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]