Edson Celulari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Edson Celulari

Edson Francisco Celulari (føddur 20. mars 1958 í Bauru) er sjónleikari úr Brasil.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Celulari var limur í Porão 7, ein amatør sjónleikarabólkur úr São Carlos. Tá ið hann var 16 ára gamal, flutti hann til São Paulo at lesa drama á Escola de Arte Dramática (Dramatic Art School) á University of São Paulo. Celulari spældi fyri fyrstu ferð í sjónvarpsframleiðslu í 1978 í telenovel-filminum Salário Minimo hjá TV Tupi. Síðan tá hevur Celulari spælt í fleiri sjónvarps, film og pall framleiðslum.

Hann var giftur við sjónleikarinnuni Cláudia Raia frá 1993 til 2010. Tey spældu saman í telenovela sjónvarpsrøðunum Deus nos Acuda og Torre de Babel.