Jump to content

Dánjal Pauli Danielsen (1919-2010)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dánjal Pauli Danielsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 2. des 1919 í/á Velbastaður
Andaðist 24. des 2010 í/á Tórshavn
Starv politikari, bóndi
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti

Dánjal Pauli Danielsen (f. 2. desember 1919 á Velbastaði, d. 24. desember 2010), var kongsbóndi og politikari fyri Fólkaflokkin. Hann var landsstýrismaður 1975-1981. Hann var giftur við systir rithøvundan Jørgen-Frantz Jacobsen. Hann tók landbúnaðar útbúgvin í Íslandi og tók við festinum á Velbastað sum tað 14. ættarliðið.[1] Hann var stýrislimur í Føroya Jarðarráð 1957–1975, tað mesta av tíðini sat hann sum formaður. Hann var eisini formaður í stýrinum fyri SEV 1963–1975 og stýrislimur í Norðurlandahúsinum 1980–1998 (tó ikki í fýra ár). Tað var eisini hann, ið saman við Erlendi Paturssyni arbeiddu fyri at fáa Norðurlandahúsið av fyrstan tíð. Hann var fyrsti skrivarin hjá Fólkaflokkinum, og var hann í starvinum fram til 1970-árini. Mitt í 1970-árunum varð hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og mentamálum 1975-79, sjálvt um hann ikki var valdur inn á Løgtingið, og síðan var hann valdur til landsstýrismann í vinnu- landbúnaðar- og skúlamálum 1979–1981. Hann fekk norðurlendskan heiður í 1994, Jacob Letterstedts nordiska förtjänstmedalj, fyri sítt arbeiði innan norðurlendskt samstarv.[2]

  1. Folkaflokkurin.fo, Minningar um Dánjal Paula Danielsen
  2. "Letterstedska.org". http://www.letterstedtska.org/medalj.htm. Heintað 2012-09-10.