Dreymurin um tað reyða rúmið
Dreymurin um tað reyða rúmið (kinesiskt: 红楼梦; pinyin: Hóng Lóu Mèng, Wade-Giles: Hung Lou Meng) (kann eisini týðast sum Ein dreymur um reyðar bygningar) er ein klassisk kinesisk skaldsøga frá Qing-veldinum. Bókin verður eisini nevnd Søgan hjá steininum (石头记, Shítóu Jì). Skaldsøgan sigst vera lutvíst sjálvævisøga og greiðir frá um ættina hjá rithøvundinum Cao Xueqin, um hennara stórheit og fall. Skaldsøgan fevnir um 120 kapitlar. Hildið verður, at tað er eru teir fyrstu 80 kapitlarnir, ið eru skrivaðir av Cao Xueqin, meðan teir seinastu 40 vóru skrivaðir av Gao E.
Skaldsøgan snýr seg um yvir 350 persónar – sera gjøllar frágreiðingar eru um summi av hesum, og skaldsøgan fer niður í smálutir, soleiðis at lesarin fær eitt innlit í stórheit og fall hjá einari kinverskari aristokratiskari familju. Ein av høvuðspersónum er aðalsonurin Jia Boayu (賈寶玉 / 贾宝玉), sum sæð útifrá livir eitt sorgleyst lív, sjálvt tá ið hann í veruleikanum er tunglyntur, og sum til seinast trekkir seg aftur frá hesi verð og gerst munkur. Høvuðshandlingin fevnir serliga um hetjuna í skaldsøguni og hansara systir- ella bróðurdøtur Lin Daiyu (林黛玉 Bláur gimsteinum) og Xue Baochai (薛寶釵 / 薛宝钗).
Bókin varð útgivin í 1791-92.