Drakenstein
Appearance

Drakenstein er ein kommuna í Western Cape í Suðurafrika. Sambært fólkateljingini í 2011 var fólkatalið í kommununi 251.262, sum búðu í 59.774 húsarhaldum. Av hesum fólkunum vóru tað 62,5 % ið søgdu seg vera litað ("Coloured"), 22,7 % søgdu seg vera svartir afrikanarar ("Black African"), meðan 13,5 % søgdu seg vera hvít ("White"). Móðurmálið hjá 75,0 % av fólkunum er afrikaans, meðan 16,7 % tosa Xhosa og 5,1 % tosa enskt.
Ávísing úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða Archived 2007-02-17 at the Wayback Machine