David Johannesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

David Johannesen (føddur 19. mai 1949 í Miðvági) er ein føroyskur prestur og rithøvundur.

Tá ið David hevði tikið realprógv í 1967 á Giljanesi, fór hann niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við lærda háskúlan í Århus. David var sóknarprestur í Vága prestagjaldi frá 1. august 1977 til 1. august 2012.

Hann er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági og konu Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík. David giftist 27. juni 1981 við Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík. Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu.[1]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Skaldsøgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2010: Dirvi til at liva. Skaldsøga.
  • 2017: Framtíðarvónir. Skaldsøga.

Yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1980: 21 yrkingar
  • 1982: 30 yrkingar
  • 1990: 50 yrkingar
  • 1998: 70 yrkingar
    • 2008: 2. broytt útgáva
  • 2000: 110 yrkingar
    • 2009: 2. broytt útgáva

Aðrar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1991: Skrivað tvær greinir í bókini, Martin Luther - ein avbjóðing tá og nú.
  • 2003: Lív hóast deyða. Stuttir lestrar til hvønn dag í árinum.
    • 2011: 2. broytt útgáva
  • 2006: Martin Luther. Søga og gudfrøði.
  • 2007: Martin Luther: Frælsi teirra kristnu. Greinir og ritgerðir.Týðing.
  • 2014: Martin Luther: Kirkjan í bábilskum fangilsi.Týðing.
  • 2015: Svend Lerfeldt: Lutherbókin. Luthers lív og tankar lýstir við sitatum úr verkum hansara.Týðing.
  • 2015: Andin og orðið. Ein lestrabók. Fyrra tekstarøð.
  • 2015: Andin og lívið. Ein lestrabók. Onnur tekstarøð.
  • 2015: Krossgil. Føstulestrar.
  • 2016: Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar.
  • 2018: Martin Luther: Til dagin og vegin. Tankar um trúnna. Týðing.
  • 2019: Martin Luther: Sannleikans orð. Fortalur til Halgubók. Týðing.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. rit.fo, Limir - yvirlit dagført 27. sep. 2011