Dansifelagið í Havn
Dansifelagið í Havn varð sett á stovn í oktober 1952, og er elsta dansifelag í landinum. Tað hevði verið vanligt við føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum, men nøkur fólk hildu hetta vera ov óskipað og tóku seg tí saman at gera eitt rættiligt dansifelag. Tá felagið varð sett á stovn, taldi tað 20 limir. Nú eru umleið 110 limir í Dansifelagnum í Havn. Dansur er hvørt fríggjakvøld kl. 22.00 í vetrarhálvuni, frá seinast í oktobur til føstulávint. Dansifelagið í Havn skipar eisini, saman við Norðurlandahúsinum, fyri barnadansi. Hesin er somuleiðis hvørt fríggjakvøld kl. 20.00-21.00 í Norðurlandahúsinum. Dansitíðin byrjar við aðalfundinum hjá felagnum, sum vanliga er um 20. oktobur. Tá er eisini høvi hjá nýggjum limum at tekna seg.
Nevnd
[rætta | rætta wikitekst]Aðalfundur í oktober. (Dagført 16/5-13).
- Formaður: Niels á Velbastað, Velbastaður
- Næstformaður, skrivari: Birgir Djurhuus, Tórshavn
- Kassameistari: Heini Mortensen.
- Nevndarlimir: Janus B. Kamban, Johild Kamban, Jóhanna Krosstein og Katrin Gullbein.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Havnar Dansifelag 25 ár á baki. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 3, 1978.