Dagfinn Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Dagfinn Olsen (føddur 16. september 1967) er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari, hann spælir bass. Hann hevur útgivið fleiri sangir og eina fløgu við bólkinum Dagfinn og Impulz. Dagfinn vaks upp í Havn og Hoyvík, men býr nú suðuri í Vági. Hann er útbúgvin lærari og starvast í Vágs Skúla. Hann hevur eitt nú skrivað sangir sum "Fagri flokkur", sum Kim Hansen syngur, tann sangurin er útgivin á Dagfinn og Impulz og á trimum uppsamlingsfløgum.[1] Dagfinn hevur nakrar ferðir gjørt sangir sum skúlaflokkar, ið hann undirvísir, syngja, eitt nú sangurin "Fílafitti" (1. regla: Fýra fittar fílaføtur, fóru út at spáka ), sum 3. flokkur í Vágs skúla í 2007/08 sang, hann er ikki útgivin, men var við í uppskoti til nýggja Skúlasangbók.[2]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Dagfinn og Impulz[rætta | rætta wikitekst]

  • 1997 - Dagfinn og Impulz - Livdu av mánalýsi eina - Yrkingar eftir Dagfinn Olsen, Georg L. Petersen og Búa Tyril.[3] Kim Hansen syngur Vón og Fagri flokkur, Gunhild Andreasen syngur Livdu av mánalýsi eina, Katja Simonsen syngur Svikin og Hjálpir tað nakað? - Sangir: Vón, Prikkuta Mona, Fagri flokkur, Livdu av mánalýsi eina, Yahi.
  • 2008 - Vælskapt brek - Vovið av Gudi - Hjalmar Magnussen syngur.[4]

Uppsamlingsfløgur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1999 - Komið øll við, Tutl, (Fagri flokkur)
  • 2002 - Popp List (Fagri flokkur)[5]
  • 2005 - Alt (útgáva hjá Kim Hansen, Fagri flokkur og Vón frá fløguni Dagfinn og Impulz)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fagri flokkur á Youtube.com
  2. Skulasangbokin.fo Uppskot
  3. Bfl.fo Dagfinn og Impulz, fløga
  4. Vovið av Gudi á Youtube.com
  5. Rateyourmusic.com

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]