Da Lat
Appearance

Đa Lat er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Lam Dong landslutinum. Íbúgvaratalið er umleið 300.000. Býurin er uppi í fjøllunum og liggur 1500 metrar yvir havið. Tað vóru franskmenn, ið stovnaðu býin í fyrst í 20. øld. Da Lat er eitt vælumtókt ferðavinnumál í Vjetnam. Býurin hevur eitt tempererað klima í mun til Vjetnam sum heild, ið hevur eitt tropiskt klima. Mjørkatám sæst ofta í dølunum í landslutinum, nærum alt árið, og har er sera fruktagott.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Ein golf vøllur í Da Lat
- Golden Valley um morgunin, har mjørki sæst
- Hang Nga gistingarhús
- Decorations during the Dalat Blómu Festivalur
- Eitt hús í Dalat pinjuskóginum
- Ein hortensia (hydrangea) blóma í Da Lat
- Kaffi terassa tætt við Da Lat
- Artiskokk te, ein vøra frá Dalat
- Da Lat marknaðurin um kvøldið
- Da Lat, "Le Petit Paris"-"Lítla París"
