Costa Concordia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Costa Concordia

Costa Concordia var eitt ferðamannaskip á 290 metrar, ið varð bygt 2004-2006 á italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Genova til Costa Crociere-reiðaríið í Genova.[1]

Skipið varð doypt hin 7. juli 2006 í havnabýnym Civitavecchia. Tað eydnaðist ikki gummuni, ið var tann kekkiska fotomodellin Eva Herzigová, at knúsa champagnufløskuna móti skipssíðuni, ið er eitt ringt tekn hjá teimum, ið trúgva uppá slíka pátrúgv. Jómfrúferðin byrjaði hin 15. juli 2006 í Savona.

Costa Concordia sigldi á land hin 13. januar 2012 tætt við oynna Giglio, í einútnyrðing av Rom, nærindis italsku vesturstrondina. 32 av teimum 4229 fólkunum umborð lótu lív í vanlukkuni.

Skipið varð heysað upp hin 16. september 2013, og hin 23. juli 2014 kundi skipið byrja sína seinastu ferð til Genova, har ið skipið varð upphøgt. Bjargingin verður mett at hava kostað umleið 4,5 mia. kr.

Rættarligt eftirspæl[rætta | rætta wikitekst]

Hin 11. februar 2015 varð kapteinurin, Francesco Schettino, dømdur 16 ára fongsulsrevsing fyri óvilja manndráp, orsakað sínum leikluti í skipsvanlukkuni. Rætturin legði eitt nú dent á, at Schettino varð rýmdur av skipinum, meðan tað enn vóru fleiri hundrað fólk eftir umborð, og at hann hevði noktað at fyriskipa evakueringina, sjálvt um italska bjargingartænastan hevði givið honum boð um at fara umborð á skipið aftur.[2][3]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Costa Concordia i tal, dr.dk
  2. "Costa Concordia: Kaptajn skal 16 år bag tremmer". DR.dk. http://www.dr.dk/Nyheder/Udland/2015/02/11/144605.htm. Heintað 2015-02-11. 
  3. "Concordia-kaptajn på dommens dag: Jeg har været gennem mediernes kødhakker". Politiken.dk. http://politiken.dk/udland/ECE2543033/costa-concordia-kaptajn-paa-dommens-dag--jeg-har-vaeret-igennem-mediernes-koedhakker/. Heintað 2015-02-11. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið