Chuck Yeager
Appearance
Charles Elwood "Chuck" Yeager (føddur 13. februar 1923 í Myra, West Virginia, deyður 7. desember 2020 í Los Angeles, Kalifornia) var amerikanskur generalur og royndarflogskipari.[1]
Yeager var tann fyrsti flogskiparin, sum breyt ljóðmúrin. Tað hendi hin 14. oktober 1947, meðan hann fleyg í serliga flogfarinum Bell X-1.[2]
Yeager náddi við flogfarinum eina toppferð á 1,06 Mach. Hetta svaraði til meira enn 1.000 kilometrar um tíman.
Fyri avrik sítt fekk hann í 1985 heiðurin "Presidential Medal of Freedom", sum táverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, honum handaði.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: chuckyeager.com
- Stutt ævisøga: Chuck Yeager, imdb.com (á enskum)
- Óræddi flogskiparin Chuck Yeager deyður, dagur.fo, 8. desember 2020
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ «En av luftfartshistoriens mest kjente piloter er død», tu.no, 8. desember 2020
- ↑ Óræddi flogskiparin Chuck Yeager deyður, dagur.fo, 8. desember 2020