Jump to content

Christen Holm Isaksen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Christen Holm Isaksen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 24. mai 1877 í/á Tórshavn
Andaðist 17. mai 1935
Starv editing staff, listamálari, myndatakari
Foreldur faðir Djóni Isaksen
Dátuheiti
VIAF 305335095

Christen Holm Isaksen (24. mai 1877 í Tórshavn, 17. mai 1935) var málari og bróður Petur Alberg. Vanliga varð hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum. Útbúgvin fotografur í Keypmannahavn; hann hevur helst lært at mála hjá Niels Kruse málara á Eiði. Tá Tingakrossur varð stovnaður í 1901, varð hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil kosin til blaðstjóra, og hetta starv røkti hann, tá sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann fyrst í tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku. Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann. Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk.

Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialist-songin "Brátt lýsir í eystri", men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær. Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin "Ófriðarligar tíðir" (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar Páls í hesum døgum.