Chinua Achebe
Chinua Achebe (føddur 16. november 1930, deyður 21. mars 2013 í Boston, USA) var ein nigerianskur rithøvundur og yrkjari.
Fyrsta skaldsøga hansara Things Fall Apart (á donskum: Alt falder fra hinanden) er nokk tann altjóða mest lisna afrikanska skaldsøgan, og Achebe varð ofta sagdur at vera faðir nútíðar afrikanskar bókmentir.[1] Hann vann Man Booker International Prize í 2007 og varð eisini fleiri ferðir uppá tal at fáa Nobelvirðislønin í bókmentum, men fekk hana ikki. Verk hansara eru týdd til meira enn 50 mál og seld í fleiri milliónum eintøkum.
Achebe greiddi frá um søguna hjá afrikanska fólkinum frá áðrenn hjálandatíðina til hansara samtíð. Í skaldsøgum sum Things Fall Apart (1958) og Arrow of God (1964) fortelur hann um møti millum tað siðbundna ættbólkasamfelagið og tað bretska hjálandaveldi. Aðrar av skaldsøgum hansara sum No Longer at Ease (1960) og A Man of the People (1966) fara fram umleið 1960, tá Nigeria gjørdist sjálvstøðug tjóð, og snýr seg serlig aum politisku skipanina og umfatandi muturið. Achebe hevði sjálvur góðan kunnleika til politisku skipanina orsakað av hansara politiska virksemi.[2]
Chinua Achebe stuðlaði Biafra undir borgarakrígnum í Nigeria. Hann doyði í 2013.[3]
Skaldsøgur í úrvali
[rætta | rætta wikitekst]- Things Fall Apart (1958)
- No Longer at Ease (1960)
- Arrow of God (1964)
- A Man of the People (1966)
- Anthills of the Savannah (1987)
Essays
[rætta | rætta wikitekst]- An Image of Africa: Racism in Conrad's "Heart of Darkness" (1975)