Jump to content

Catalinaoyggj

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Catalinaoy
Landafrøði

Vídd 194.2 km²
Vatn 0 %

Umsiting
Land Kalifornia Kalifornia
USA USA
Íbúgvalæra
Fólkatal uml. 4000 (2011)
Íbúgvatættleiki 19.03 /km²

Catalinaoy (alment enskt heiti: Santa Catalina Island) er oyggj uttanfyri kalifornisku vesturstrondini. Hon er sum nógvar aðrar Kyrrahavsoyggjar undir USA. Fólkatalið er umleið 4000. Oyggin hevur tvær bygdir, Avalon og Two Harbors. Nógv tað størsta plássið er býurin Avalon, sum við sínum 3,728 fólkum hevur umleið 85 % av fólkatalinum. Í oyggjinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, Tongva-indianar. Indianar nomu land har um 7000 f.Kr [1]. Teir hava sítt egna mál - tongvanskt (doyði út í 1970unum). Orizabafjøll (639.2 m.) er hægsta fjall á Catalinaoynni.

Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summari. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Ferðavinnan hevur óvurstóran týdning fyri catalinska búskapin. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Eitt annað, ferðafólk koma at síggja, eru vøkru bygningarnir. Fleiri enn 1 mió. ferðafólk fara til Catalina á hvørjum ári [2]. Ferðasamband er sjóvegis við Catalina Express og luftvegis við tyrluni ella flogfari. Catalina Express siglir 10-12 ferðir um dagin av Long Beach og Dana Point. Miðskeiðis á oynni er flogvøllur; Catalina Airport er einasti flogvøllur.

Umframt einastandandi vakra náttúru, finnast golfbanar á oynni [3]. Tað er møguleiki fyri hvalasafari, djúphavsfiskiskapi, kaving, golf og tennis á sera góðum banum. Sera nógvar matstovur eins og fjølbroytt úrval barrum, nátklubbum og kasino ("Catalina Casino"). Hitin er sera javnur, alt árið, ikki ov heitt ei heldur ov kalt.

Oyggin er millum annað nevnd í sanginum "26 miles" hjá Four Preps [4]. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-07-18. https://web.archive.org/web/20170718040308/http://www.tongvapeople.com/villages.html. Heintað 2011-05-04. 
  2. http://www.gothere.com/California/Catalina/
  3. "Archive copy". http://www.visitcatalinaisland.com/activities-adventures/golf/golf-course. Heintað 2015-01-23. 
  4. http://www.latimes.com/entertainment/la-ca-socal15jul15,1,5541937.story
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið